Juniormeistari til Smyril Line

Verður tú skjótt liðug/ur at lesa til maskinmeistara ella maskinist og manglar siglingstíð? Vit bjóða eitt starv við góðum og ágrýtnum starvsfeløgunum, sum fara at geva tær góða upplæring og nógvan lærdóm við á starvsleiðini.
 
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu, og farmaskipini Mykines, Akranes og Glyvursnes.
 
Maskindeildin
Arbeiðsuppgávurnar á maskindeildini eru at tryggja maskinrakstur og viðlíkahald. Umframt hetta kemur arbeiðið við viðlíkahaldsskipanini og innkeypi. Sum juniormeistari verður tú partur av vaktarskipanini á deildini. 
 
 
Hevur lokið prógv sum maskinmeistari ella maskinistur
Manglar siglingstíð
Ert arbeiðssom/samur og ágrýtin
 
Setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Maskinmeistarafelagið og Reiðaraefelagið fyri handilsskip.
 
Starvssetan og umsóknarfreist 
Ynskiligt er, at tú kanst byrja í juni ella juli 2024. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi.
Tú søkir starvið umvegis frymilin niðanfyri.
 
Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við HR deildina á hr@smyrilline.fo ella á tel. 235952 ella tel. 235951.
 
Um Smyril Line
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Mykines, Akranes og Glyvursnes. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan, eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.

Application form

Get your free catalogue

Please fill in the address details to receive your free catalogue

Yes, I want to receive regular news and special offers from Smyril Line directly in my inbox.